![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/13087319_10205482924503043_2558324344478901947_n.jpg?itok=6rdrDaQF)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagafelagið: Portrið eigur at verða tikið niður
03.06.2021 - 10:44
Innlendis›Samfelag
Hagafelagið: Portrið eigur at verða tikið niður
Tíðin er búgvin, at rætturin hjá fólki frítt at ganga í haganum verður staðfestur í nýggjari lóggávu, heldur Rúna Hjelm, forkvinna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2019-08-28-10h59m06s434.png?itok=N5MHtI0m)
Portrið í Saksun eigur at verða tikið niður alt fyri eitt, heldur Hagafelagið
- Ólógliga gjaldsportrið í Saksun eigur at verða tikið niður alt fyri eitt, og tað eigur landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum at syrgja fyri.
Tað sigur Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya.
Hon heldur, at portrið er ein skomm.
- Tíðin er búgvin, at rætturin hjá fólki frítt at ganga í haganum verður staðfestur í nýggjari lóggávu, sigur Rúna Hjelm.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Rúna Hjelm er forkvinna í Hagafelag Føroya.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV