Shell-dómur: Ov tíðliga at siga nakað um avleiðing

28.05.2021 - 15:26
InnlendisSamfelag
Shell-dómur: Ov tíðliga at siga nakað um avleiðing
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, væntar, at dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnumálum

- Enn er ov tíðliga at siga, um dómurin hjá Shell í Hollandi fer at ávirka áhugan at leita eftir olju í føroysku undirgrundini.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Shell er dømt at minka veðurlagsútlátið 45 prosent fyri 2030.

Formaðurin í norska náttúruverndarfelagssskapinum, Truls Gulowsen, hevur sagt, at dómurin fer at hava stóra ávirkan, og fer at gera tað uppaftur truplari at fáa nakran at vísa áhuga fyri oljuleiting í føroyskum øki.

Helgi Abrahamsen væntar, at dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Shell í Hollandi er dømt at skerja útlátið 45 prosent fyri 2030.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109