Vit eru partur av vesturheiminum

27.05.2021 - 10:40
InnlendisPolitikkur
Vit eru partur av vesturheiminum
Formaðurin í Fólkaflokkinum, sigur, at flokkurin hevur givið landsstýrinum heimild at samráðast við danir um radaramálið
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Føroyar eru partur av vesturlendsku verjusamgonguni. Og tað krevur, at vit eisini taka ábyrgd.

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, nú løgmaður hevur eftirlýst, hvat flokkarnir, eisini i samgonguni, halda um ætlanina at seta radara upp á Sornfelli.

Jørgen Niclasen sigur, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í grein síni um radaranhevur víst á ein annan vinkul í málinum.

Hann sigur, at Fólkaflokkurin í uttanlandsnevndini hevur givið landsstýrinum heimild at samráðast við danir um, hvussu farast skal fram í radaramálinum.

Men Jørgen Niclasen letur kortini ongan iva vera um, at Føroyar eru og skulu vera partur av vesturheiminum, eisini í hesum málnum.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172