Ferðaleiðarar og mvg: Umhugsar at broyta lógina

14.05.2021 - 13:51
InnlendisVinna
Ferðaleiðarar og mvg: Umhugsar at broyta lógina
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fær einki gjørt við avgerðir, sum TAKS og kærunevndin taka, men hann hevur møguleika at broya lógina
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, stendur spyrjandi í málinum um, at ferðaleiðarar skulu rinda meirvirðisgjald

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, stendur spyrjandi, nú TAKS hevur kunngjørt, at ferðaleiðaravirksemi skal rinda meirvirðisgjald.

Týsdagin kunngjørdi TAKS, at eftir ymiskar tulkingar er nú staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt virksemi.

Í nøkur ár hevur hetta virksemi annars verið tulkað sum mvg-frítt. Síðani varð komið eftir, at tulkingin var ikki bein, og avgerð varð tí tikin um, at mvg skuldi leggjast á.

Í sambandi við kæru um málið, hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin havt spurningin til viðgerðar, og hevur í niðurstøðu tikið undir við avgerðini hjá TAKS, skrivaði TAKS.

Landsstýrismaðurin fær einki gjørt við tað, sum TAKS og skatta- og avgjaldskærunevndin taka avgerð um, men møguleikar eru at broyta lógina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944