Neyðugt at hava 10 vindmyllulundir í 2030

10.05.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Neyðugt at hava 10 vindmyllulundir í 2030
Hátturin at bjóða vindorkuna út má broytast, so feløgini sleppa til verka alt fyri eitt, sigur stjórin í Magn
Neyðugt verður við 10 vindmyllulundum næstu árini, um grøna orkan skal avloysa oljuna, heldur stjórin í Magn

Skal vindorka avloysa oljuna í 2030, sum málið er, er neyðugt við 10 vindmyllulundum í Føroyum.

Tí er neyðugt, at hátturin at bjóða vindorkuna út, verður broyttur, so feløgini, sum fáa loyvini, kunnu fara til verka alt fyri eitt.

Tað sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.

Kærustovnur Føroya hevur fingið kæruna frá Magn, men nær hon verður avgreidd, kann einki sigast um í løtuni, verður sagt á Kærustovninum.

Í mars kærdi SEV málið um vindmyllulundina á Gellingarkletti til Vinnukærunevndina. Tann viðgerðin er ikki liðug enn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881