- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óheppið, men ikki óvæntað
04.05.2021 - 11:46
Innlendis›Heilsa
Óheppið, men ikki óvæntað
Landsapotekarin sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu tað verður við koppsetingarætlanini, nú danir eisini gevast at brúka Johnson&Johnson
Donsku heilsumyndugleikarnir gevast at brúka koppingarevni frá Johnson&Johnson.
– Tað er óheppið, men ikki óvæntað, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.
Fyri sløkum mánaði síðani var koppingarevnið frá AstraZeneca eisini tikið úr donsku koppingarætlanini.
– Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv koppsetingarætlanin hjá okkum verður útsett, sigur Hjalti Gunnarstein.
Hóast koppingarevnini frá Johnson&Johnson og AstraZeneca eru tikin úr nýtslu í Danmark, verða tey kortini brúkt.
Politikarar í Fólkatinginum hava gjørt av at gera skipan, har fólk sjálvboðin kunnu verða koppsett við Johnson&Johnson ella AstraZeneca.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Koppingarevnið frá Johnson&Johnson er nú eisini tikið úr donsku koppsetingarætlanini, men politikararnir ætla, at tað skal vera sjálvboðið at brúka Johnson&Johnson ella AstraZeneca.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV