- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tørvur á starvsfólki, hóast tøknin er ment
03.05.2021 - 14:03
Innlendis›Politikkur
Tørvur á starvsfólki, hóast tøknin er ment
Fráfarandi formaðurin í Búskaparráðnum tekur undir við, at nýhugsan er neyðug á eldraøkinum, men talan er um eina samansetta avbjóðing, sigur hann

Heilsuhúsið í Tórshavnar kommunu. Tøknin er ein partur, men tað slepst ikki undan at útbúgva fleiri fólk til eldrarøktina, sigur Heri á Rógvi, fráfarandi formaður í Búskaparráðnum
Tøknin er ein partur av loysnini upp á avjóðingina á eldraøkinum í framtíðini, men tað slepst ikki undan at útbúgva munandi fleiri fólk til økið.
Tað sigur Heri á Rógvi, fráfarandi formaður í Búskaparráðnum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at neyðugt er við nýhugsan, og tøknin er ein liður at loysa avbjóðingina.
Heri á Rógvi heldur eisini, at neyðugt er við nýhugsan, men talan er um eina samansetta avbjóðing.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV