Hækkaðu farmagjøldini verða strikað

28.04.2021 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Hækkaðu farmagjøldini verða strikað
Ein samd fíggjarnevnd skjýtur í staðin upp at hækka játtanina til Strandferðsluna 1,2 mió. kr
Skopunar kommuna kravdi havnargjald fyri Hasfjord, og afturfyri hækkaði SSL farmagjøldini í Sandoynna. Nú verða hækkaðu farmagjøldini, bæði á Sandoyar- og Suðuroyarleiðini, strikað

Hækkingin av farmagjøldunum á Sandoyarleiðini og Suðuroyarleiðini, sum Strandferðslan setti í gildi 1. aprí, verða nú strikað.

Tað mælir ein samd fíggjarnevnd til. Samstundis hækkar fíggjarnevndin rakstrarjáttanina til SSL við 1,2 mió. kr. 

Sambært útrokningunum hjá fíggjarnevndini, væntaði SSL at fáa eina meirinntøku av príshækkingini upp á umleið 800.000 kr. á Suðuroyarleiðini og 400.000 kr. á Sandoyarleiðini.

Tað gevur samanlagt 1,2 mió kr. 

Hoyr Magnus Rasmussen, formann í fíggjarnevndini í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV