Nýggi formaðurin ivasamur um felags brennistøð

22.04.2021 - 14:02
InnlendisSamfelag
Nýggi formaðurin ivasamur um felags brennistøð
Hans Anders Jacobsen er nýggjur nevndarformaður í IRF
Nýggi nevndarformaðurin í IRF ivast í, um Tórshavnar kommuna og kommunurnar í IRF skulu byggja felags brennistøð
Mynd: IRF  

Nýggi formaðurin í IRF, Hans Anders Jacobsen av Strondum, ætlar at halda fram á grønu kósini við endurnýtslu.

Hann er tó meira ivasamur, um tað skal vera ein felags brennistøð fyri alt landið, ella um IRF og Tórshavnar kommuna skulu hava hvør sína brennistøð.

Meirilutin í Tórshavnar kommunu sigur í samgonguskjalinum, at farið verður at fyrireika nýggja brennistøð í Havn, og at samanleggingin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, skal halda uppat.

Nýggi formaðurin í IRF heldur tó, at tað ber til at tosa víðari um málið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050