Ongantíð verið semja um lønina hjá leiðaranum

20.04.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Ongantíð verið semja um lønina hjá leiðaranum
Ósemjan millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gongur aftur til 2017
Ósemja er framvegis um, hvussu nógva løn leiðarin í Gigni skal hava

Semja hevur ongantíð verið millum Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar um, hvat lønin hjá fakliga leiðaranum á Gigni skal vera, síðan stovnurin í 2017 varð skipaður undir Heilsutrygd.

Landsgranskoðanin hevði gjørt vart við fíggjarligt óskil, og stjórin hevði sagt seg úr starvi.

Gigni var í fyrstu atløgu lagdur undir Heilsutrygd.

Nakrar mánaðir seinni avgjørdi Sirið Stenberg, sum tá var landsstýriskvinna, at leggja stovnin endaliga undir Heilsutrygd.

Hoyr samrøðu við Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, í útvarpstíðindunum. 

Egil á Bø er stjóri í Heilsutrygd

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151