- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava fingið prinsipielt loyvi at seta krossin upp
- Stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi at krossin upp á Høganesi.
Tað sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, eftir at stóra verkætlanin varð løgd fram á Toftum í gjárkvøldið.
Enn er málið ikki liðugt viðgjørt, men sjálvur er nývaldi borgarstjórin í Nes kommunu fyri at seta krossin upp.
Millum fýra og fimm milliónir
Ovi Brim, sóknarprestur, sigur, at listarverkið, sum Tróndur Patursson skal gera, verður mett at kosta millum fýra og fimm milliónir kr.
Vit hava eisini verið við mikrofonini og fregnast, hvat fólk halda um ætlanina við krossinum á Høganesi.
Tosað varð við Siggu Skoradal, sum býr í Saltnesi, Leiv á Torkilsheyggi av Nesi, Hera Hansen av Toftum og Jákup Zacharias Davidsen úr Skálafirði.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini