Atlantsflog kennir seg ikki hótt

17.03.2021 - 12:20
InnlendisSamfelag
Atlantsflog kennir seg ikki hótt
Eitt nýtt flogfelag í Noregi hevur fingið navn, sum líkist nógv Atlantic Airways, men tað ræðir ikki Atlantsflog
Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi

Atlantic Airways kennir seg ikki hótt, nú ætlanir eru um at stovna eitt nýtt flogfelag í Noreg, sum fær navnið Nors Atlantic Airways.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Tað eru nakrir av stóru eigarunum í norska lágprísflogfelagnum, Norwegian, sum hava tikið stig til at stovna nýggja flogfelagið.

Tað, sum higartil er komið fram um flogfelagið, bendir á, at tað ætlar at reka stór flogfør. Tey eru so mikið stór, at tey fáa ikki sett seg í Vágum.

Flogfelagið Norwegian er í fíggjarliga illa fyri, tí 2020 royndist sera illa hjá felagnum.

Tað skulu nógvar milliardir krónur til, um felagið skal hóra undan. Leitað verður eftir pengum fyri at endurreisa Norwegian, skriva norskir miðlar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389