Ferðaætlanin er eitt stig fram og tvey aftur

16.03.2021 - 16:17
InnlendisSamfelag
Ferðaætlanin er eitt stig fram og tvey aftur
Borgarstjórin í Eysturkommunu finst at nýggju ferðaætlanini hjá Bygdaleiðum
Nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er í løtuni til almenna hoyring
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum millum Klaksvík og Havnina er eitt stig fram og tvey aftur, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen.

Eftir nýggju ferðaætlanini, sum nú er til almenna hoyring, verður bara ein túrur um dagin úr Klaksvík gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilini til Havnar. Og ein túrur norðuraftur seinnapart.

Allar hinar túrarnar verður koyrt gjøgnum Sundalagið.

Per Martin Gregersen heldur, at hetta má skipast øðrvísi.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur, at nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er eitt stig fram og tvey aftur. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008