- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri busssamband krevur eykajáttan
16.03.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Betri busssamband krevur eykajáttan
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tá hoyringarfreistin er farin, verður tikið saman um viðmerkingarnar, sum eru komnar um nýggju ferðaætlanina

Hilmar Eliasen er stjóri á Strandferðsluni
Skal busssambandið millum Havnina og Klaksvík betrast, verður neyðugt við eykajáttan.
Tað sigur stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, nú stór misnøgd er um nýggju ferðaætlanina millum Havnina og Klaksvík, sum í løtuni er til almenna hoyring.
Hilmar Eliasen sigur, at ein arbeiðsbólkur fer at taka saman um viðmerkingarnar, sum koma, tá hoyringarfreistin er farin.
Ætlanin er, at nýggja ferðaætlanin skal koma í gildi 1. apríl.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV