Áhugi fyri leigubústøðum um alt landið

bannari
06.03.2021 - 17:44
InnlendisPengar
Áhugi fyri leigubústøðum um alt landið
Áhugin fyri leigubústøðum er stórur um alt landið. Bústaðir hava lagt seg eftir at byggja í flestu stóru bygdunum

Í gjár var samkoma í Sørvági í sambandi við, at íbúðarbyggingin undir Bólheyggi var liðug. Talan er um fimm íbúðir ella randarhús í einari hædd á umleið 70 fermetrar. Tað er fyritøkan Westtech, ið hevur bygt íbúðirnar fyri Bústaðir. Íbúðirnar liggja væl fyri og hava gott útsýni yvir bygdina og havnalagið.

Bústaðir hava skjótt 15 leigubústaðir í Vágoynni, 10 í Sørvági og 5 í Sandavági. Ætlanin er eisini at byggja í Miðvági.

Á Toftum vóru 10 bústaðir lidnir fyrr í vikuni. Stórur áhuggi er fyri øllum íbúðunum, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017