Arbeiðið byrjar eftir ætlan í summar

04.03.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Arbeiðið byrjar eftir ætlan í summar
Tvey tilboð upp á tunlarnar norður um Fjall eru lægri enn metingin hjá Landsverki
Stjórin í Landsverki var millum røðararnar í Ánunum fyrr í ár, tá sjøtul varð settur á vegarbeiðið til tunlarnar norður um Fjall. Í dag vórðu tilboðini upp á sjálvt tunnilsarbeiðið latin upp

Í dag vórðu tilboðini upp á tunlarnar norður um Fjall latin upp.

Trý tilboð komu, og tvey eru lægri enn metingin hjá Landsverki.

Landsverk hevur mett prísin til 398 milliónir kr., men Articon bjóðar sær at gera arbeiðið fyri 374 milliónir kr., og J&K Petersen vil gera arbeiðið fyri 392 milliónir kr.

NCC læt tvey tilboð inn, annað er 458 milliónir og hitt er 453 milliónir kr.

Landsverk ætlar at bera skjótt at, tí ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946