Bakkafrost rindar 216 mió. kr. í vinningsbýti

25.02.2021 - 13:45
InnlendisVinna
Bakkafrost rindar 216 mió. kr. í vinningsbýti
Landskassin fær 60 milliónir í kapitalvinningsskatti
Tá felagið tekur pengar frá partaeigarunum, má tað eisini lata teimum nakað aftur, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti

Tey, sum eiga partabrøv í Bakkafrosti, fáa 3,65 kr. í vinningsbýti í ár. 53 milliónir og 143.000 partabrøv eru, so vinningsbýtið verður næstan 216 milliónir krónur.

Tað er í lagi, eisini í hesum tíðum, sigur nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen. Tá felagið tekur pengar frá partaeigarunum, má tað eisini lata teimum nakað aftur, sigur hann.

Nógvir útlendskir partaeigarar eru í Bakkafrosti, men landskassin fær kortini 29 prosent í kapitalvinningsskatti. Hann fær 60 milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050