- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nólsoyingar noyðast at bíða eftir Ternuni
24.02.2021 - 13:35
Innlendis›Politikkur
Nólsoyingar noyðast at bíða eftir Ternuni
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur onga aðra loysn í løtuni
Ternan er til 40 ára klassing, og hon verður eftir ætlan liðug til páskar.
Og nólsoyingar noyðast at bíða, til hon er liðug. Eingin onnur loysn er í løtuni.
Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, tá hann svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Anniku Olsen í tinginum fyrrapartin.
Nógvar ferjur eru at fáa til keyps, men tær kunnu ikki brúkast í Føroyum, segði hann.
Men hevur Tórshavnar kommuna áhuga fyri at yvirtaka farleiðina, er landsstýrismaðurin opin fyri tí møguleikanum.
Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV