- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki í bretskan sjógv
22.02.2021 - 13:15
Innlendis›Vinna
Sleppa ikki í bretskan sjógv
Fæst ikki semja, má støða takast til, um vit skulu áseta egna kvotu, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Av tí eingin fiskiveiðiavtala er gjørd, eru føroysk uppsjóvarskip ikki sloppin í bretskan sjógv í ár
Mynd: Varðin.fo
Eingin fiskiveiðiavtala er galdandi millum Bretland og Føroyar, og føroysk fiskifør hava í løtuni onga atgongd at fiska í bretskum sjóøki.
Føroysk uppsjóvarskip plaga at fiska makrel í bretskum sjógvi í januar mánaði, men tað hava tey ikki verið í ár.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at enn er støðan óviss.
Fæst semja ikki um atgongd at fiska í bretskum sjógvi seinni út á várið ella tíðliga í summar, mugu føroyskir myndugleikar taka støðu til, um vit skula áseta egnar kvotur, sigur Jacob Vestergaard.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV