- Tíðindi, mentan og ítróttur
Posthúsið á Oyrarbakka letur aftur
15.02.2021 - 14:39
Innlendis›Samfelag
Posthúsið á Oyrarbakka letur aftur
Nú eru seks posthús eftir í landinum

Posthúsið á Oyrarbakka letur aftur mikudagin.
Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, sigur, færri og færri hava ørindi á posthúsi longur, men ætlanin er ikki at lata onnur posthús aftur.
Tá posthúsið á Oyrarbakka letur aftur, eru seks posthús eftir í landinum.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, harmast, at tænastan hjá Posta fer úr staðbundna økinum, men hann fegnast eisini um, at tænastan á útberingarøkinum er vorðin betri.
Sunda kommuna skal brúka hølini hjá Posta til at hýsa barnarverndartænastuni hjá Veks.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV