Gigni og eldraøkið ikki komin upp í skipanina enn

11.02.2021 - 13:47
InnlendisHeilsa
Gigni og eldraøkið ikki komin upp í skipanina enn
Starvsfólk skriva framvegis við hond, hóast telduskipanin er frá 2006
Bæði í Gigni og á eldraøkinum verða frágreiðingar skrivaðar við hond, tí tey eru ikki komin upp í heilsuskipanina

Hóast telduskipanin, Cosmic, sum er fyri heilsuverkið og kommunulæknaskipanina, varð sett í verk í 2006, so eru hvørki eldraøkið ella stovnurin Gigni komin upp í skipanina enn.

Bæði á eldraøkinum og hjá Gigni mugu starvsfólk framvegis skriva frágreiðingar við hond.

Gigni veitir heilsutænastu til børn og ung, og tí er støðan ikki nøktandi, vísti Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, á, tá ið hon setti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um støðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947