- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnilutasamgonga riggar betur í etiskum málum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/barsil_samkynd_og_hinskynd-106.jpg?itok=KySJlrQW)
Samgongutingmaðurin, Johan Dahl, atkvøddi saman við andstøðuni fyri uppskotinum um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilslógini, og við hesum breyt hann avtaluna í samgonguni um, at eingin samgongutingmaður skal atkvøða ímóti samgonguni.
Johan Dahl sigur, at ein minnilutasamgonga hevði verið betri í etiskum málum.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tað fær ongar avleiðingar fyri Johan Dahl, at hann atkvøddi saman við andstøðuni. Men løgmaður dylur ikki fyri, at samgongan hevur fingið ein undir vangan.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at Johan Dahl hevur víst, at hann er ikki partur av samgonguni. Samgongan kom ikki minniluta, men Sambandsflokkurin hevur ein innanhýsis trupulleika, sigur Jenis av Rana.