- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast um úrslitið í tinginum
10.02.2021 - 13:11
Innlendis›Politikkur
Fegnast um úrslitið í tinginum
At andstøðan ætlar at leggja nýtt uppskot fyri tingið, eigur ikki at ávirka samgonguna, sigur Bill Justinussen í Miðflokkinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/barsil_samkynd_og_hinskynd-109.jpg?itok=Im9a_Bx0)
Bill Justinussen í Miðflokkinum sigur, at samgongan eigur at fremja tað, sum stendur í samgonguskjalinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tað var ikki við góðum tannabiti, at Miðflokkurin tók undir við broytingaruppskotinum til barsilsskipanina, sum Christian Andreasen, løgtingsmaður, legði fyri løgtingið í gjár.
Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum, sum tó fegnast um úrslitið í tinginum í gjárkvøldið.
Andstøðan ætlar at leggja nýtt uppskot fyri løgtingið um at broyta Barsilsskipanina, men tað eigur ikki at ávirka samgonguna, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum.
- Samgongan eigur at fremja tað, sum stendur í samgonguskjalinum, sigur Bill Justinussen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV