- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer í sigling um hálvan mars
04.02.2021 - 10:47
Innlendis›Samfelag
Fer í sigling um hálvan mars
40 ára klassingararbeiðið á Ternuni dregur út
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/ternan_a_sleipistod.jpg?itok=w2bp7Dci)
Ternan stendur framvegis á sleipistøð í Klaksvík, og hon fer ikki sigling aftur fyrr enn í fyrsta lagi hálvan mars
Strandfaraskipið Ternan fer ikki aftur í sigling fyrr enn hálvan mars.
- Skipið er í ringum standi, og tí skulu fyrivarni takast, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Ternan fór til 40 ára klassing í oktober í fjør, og tá varð mett, at arbeiðið fór at taka níggju vikur.
Tað vísir seg, at nógv meira er at gera við skipið, enn upprunaliga hildið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV