- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um barsil er ikki nóg greitt
28.01.2021 - 14:11
Innlendis›Politikkur
Uppskotið um barsil er ikki nóg greitt
Er ætlanin at tryggja øllum samskyndum javnrætt, má tað sigast greiðari enn tað, sum andstøðan hevur skotið upp, sigur Kristina Samuelsen, advokatur
Andstøðuuppskotið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í Barsilsskipanini er ov ógreitt.
Tað heldur Kristina Samuelsen, advokatur, sum í nógv ár hevur arbeitt við familjurættarligum málum. Hon er eisini forkvinna í kærunevndini fyri Barsilsskipanina, og hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi í løgtinginum.
Er ætlanin at tryggja øllum samkyndum javnrætt í Barsilsskipanini, so má hetta sigast greiðari, enn tað verður gjørt í lógaruppskotinum hjá andstøðuni, heldur Krisina Samuelsen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Í Breddanum klokkan 17.05 verður ein longri samrøða við Kristinu Samuelsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV