
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipanin tekur ikki námsfrøðilig atlit
27.01.2021 - 12:20
Innlendis›Samfelag
Skipanin tekur ikki námsfrøðilig atlit
Starvsfólk á barnansingarøkinum í Tórshavnar kommunu finnast hvassliga at skrásetingarskipanini til ansingarpláss

Alma á Lava er ein av námsfrøðingunum, sum hevur skrivað undir brævið til Tórshavnar kommunu
Fleiri enn 300 av øllum starvsfólkunum á barnaansingarøkinum hjá Tórshavnar kommunu - tað er meira enn helvtin - skrivaðu í fjør summar undir eitt skriv, sum fanst hvassliga at skrásetingarskipanini til ansingarpláss í kommununi.
Skrásetingarskipanin BARN tekur ikki námsfrøðilig atlit, og tað hevur óvirðiligar avleiðingar fyri bæði børn og starvsfólk, stendur í fráboðanini frá starsvfólkunum.
Tórshavnar kommuna hevur ikki svarað starvsfólkunum aftur.
Alma á Lava er ein av námsfrøðingunum, sum skrivaði undir fráboðanina til Tórshavnar kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV