Neyðugt at flyta varðhaldsfangar av landinum

25.01.2021 - 13:11
InnlendisSamfelag
Neyðugt at flyta varðhaldsfangar av landinum
Arrestin í Mjørkadali er fullsett
Tað er so trongligt í Mjørkadali í løtuni, at neyðugt er at hava tvey fólk í hvørjum kliva

Neyðugt verður at flyta fólk av landinum at sita í varðhaldi, tí fult er í Arrestini í Mjørkadali.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

Seinastu tíðina er talið av varðhaldsfongslinum nógv hækkað, tí løgreglan hevur framt fleiri handtøkur í sambandi við stór rúsevnamál.

Tað ger, at tað er fult í Arrestini í Mjørkadali, sum hevur 14 pláss.

Sambært Heðini Askham, leiðara, sita 10 fólk í løtuni varðhaldsfonglsað í Mjørkadali, og neyðugt er at hava tvey fólk í hvørjum kliva.

Nógv av teimum, sum skulu í Mjørkadal sita ein styttri dóm, mugu eisini brynja seg við toli, tí tey sleppa ikki framat at sita dómin sum er , sigur Heðin Askham, leiðari í Arrestini í Mjørkadali.

- Støðan er ikki nøktandi í løtuni, viðgongur Michael Boolsen, fúti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117