- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunuskatturin á Viðareiði minkaði 1,4 milliónir
Viðareiðis Kommuna er kommunan í landinum við størstu afturgongdini í inntøku frá kommunuskattinum í fjør. Tað hendir, samstundis sum flestu aðrar kommunur fingu meira inn í kommunuskatti í fjør, sammett við 2019.
Tá avtornaði fekk Viðareiðis Kommuna 13,8 milliónir í persónsskatti í fjør. Tað eru 1,4 milliónir krónur minni enn árið fyri. Minkingin er 9,17 prosent.
2019 var gott hjá kommununi
– Orsøkin til afturgongdina er gongdin í fiski- og útróðrarvinnuni, sum er hart rakt av korona-kreppuni, metir Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði.
2019 var eitt gott ár fyri til inntøku hjá fólk á Viðareiði - og tað sást eisini aftur í kommunukassanum, sum fekk 15,2 milliónir í kommunuskatti.
– Kommunan er somikið væl fyri, at hon klárar væl eina afturgongd sum í fjør, tá inntøkurnar minkaðu við 1,4 milliónir, sigur Marita Sumberg.
Lagt er upp fyri lægri skattainntøkum
Í fíggjarætlanini fyri 2021, sum undanfarna bygdaráð samtykti í november í fjør, er eisini lagt upp fyri lægri skattainntøkum í ár, sammett við góða árið 2019.
1. november búðu 349 fólk á Viðareiði. Kommunuskattaprosentið hevur síðstu árini verið 20,5 - og barnafrádrátturin 7.500 krónur.
Hóast inntøkurnar minka, so eru fyribils ongar ítøkiligar ætlanir um at repa seglini á Viðareiði, sigur Marita Sumberg, sum tók við sum borgarstjóri á nýggjárinum.