- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirvirðisgjaldið verður galdandi frá 1. januar
08.01.2021 - 13:18
Innlendis›Politikkur
Meirvirðisgjaldið verður galdandi frá 1. januar
Uppskotið um endurgjald fyri grønar orkuskipanir og el-bilar er framvegis í fíggjarnevndini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/hitapumpa.jpg?itok=MH1h_LRU)
Hitapumpur og aðrar grønar loysnir fáa ikki mvg endurgoldið úr landskassanum í løtuni, men ætlanin er, at lógin skal fáa gildi frá 1. januar
Tey, sum hava bílagt sær grøna orkuskipan, ella ætla sær at keypa el-bil, kunnu í løtuni ikki fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum.
Orsøkin er, at lógin fór úr gildi á nýggjárinum, og fíggjarnevndin er ikki liðug at viðgera nýggja lógaruppskotið, ið kom so seint í løgtingið.
Ætlanin er tó, at lógin skal fáa afturvirkandi gildi frá 1. januar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV