- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið og skaðagrunnurin á breddan
08.01.2021 - 13:47
Innlendis›Politikkur
Eldraøkið og skaðagrunnurin á breddan
Heðin Mortensen er nýggjur formaður í Kommunufelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Eldraøkið skal eftirmetast og skaðagrunnur skal stovnast, so kommunur, sum hava brimpláss, ikki verða so meint raktar fíggjarliga, tá brimskaðar eru.
Tað sigur nýggi formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen.
Hann sigur, at kommunurnar vilja eisini hava betri samskifti við landsstýrið um mál, sum viðvíkja kommunum, áðrenn lógaruppskot verða løgd fyri tingið.
13 borgarstjórar eru í stýrinum fyri Kommunufelagið. Stýrið skipaði seg í dag við Heðini Mortensen, borgarstjóra í høvuðsstaðarkommununi, sum formanni, og Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum næstformanni næstu tvey árini. (Mynd: Kommunufelagið)
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV