- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann vera smittaður á Landssjúkrahúsinum
06.01.2021 - 18:07
Innlendis›Heilsa
Kann vera smittaður á Landssjúkrahúsinum
68 ára gamli maðurin varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/tummas_i_gardi_0.png?itok=7bE-ceio)
Tummas í Garði er varastjóri í Sjúkrahúsverkinum
– Tað kann ikki útilokast, at fyrsti føroyingurin, sum doyði við koronu, er smittaður á Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.
68 ára gamli maðurin, sum doyði við koronu, varð fyrst í desember lagdur inn á Landssjúkrahúsið við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu.
Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól, og í gjár andaðist hann.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV