Sama tænasta í Havn og Nólsoy

05.01.2021 - 15:48
InnlendisPolitikkur
Sama tænasta í Havn og Nólsoy
Kommunan er fús at gjalda sín part til tess at bøta um ferðasambandið til Nólsoyar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at kommunan er fús at rinda sín part til tess at bøta um ferðasambandið til Nólsoyar, Hest og Koltur, men tað skal gerast í samráð við Strandferðsluna

Tænastan skal vera eins góð fyri øll fólk í kommununi, sama um tey standa á Vaglinum í Havn ella í Nólsoy.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum vil hava, at ferðasambandið til Nólsoyar, út í Hest og Koltur skal røkjast líka væl sum kommunala bussleiðin.

Kommunan er fús at gjalda sín part, men tað skal gerast í samráð við Strandferðsluna, sigur nýggi borgarstjórin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109