Dýrari at koyra í bussi í tunlinum

18.12.2020 - 11:00
InnlendisSamfelag
Dýrari at koyra í bussi í tunlinum
Tað fer at kosta 110 krónur at koyra við Bygdaleiðum millum Havnina og Klaksvík, um koyrt verður í Eysturoyartunlinum
Nýggj ferðætlan er lýst fyri Bygdaleiðir, nú Eysturoyartunnilin letur upp

Nú Eysturoyartunnilin letur upp, kunnger Strandferðslan nýggja ferðaætlan fyri Bygdaleiðir.

Eitt nú verður 20 krónur dýrari at koyra við bussi millum Havnina og Klaksvík, tá koyrt verður í tunlinum. Ferðaseðlaprísurin hækkar úr 90 upp í 110 krónur. 

Nýggja ferðaætlanin sæst her.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har Dánjal Pauli Davidsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, greiðir frá nýggju ferðaætlanini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792