- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki grundarlag at biðja um varðhaldsfongsling
10.12.2020 - 12:20
Innlendis›112
Ikki grundarlag at biðja um varðhaldsfongsling
Maðurin, sum leyp á ein politist týskvøldið, er latin leysur

Heri Andreassen er leiðari á kanningardeildini hjá politinum
Grundarlag var ikki fyri at fáa mannin, sum týskvøldið fór inn í heimið hjá einum politisti og legði á hann og hótti teir, sum tóku hann, eftir lívinum, varðhaldsfongslaðan.
Tí varð maðurin latin leysur í gjárkvøldið. Men hann er skuldsettur.
Hendingin týskvøldið var í høvuðsstaðnum. Maðurin, sum er skuldsettur, er tilkomin.
Hann er í hálvtrýssunum og býr í Havn.
Hoyr samrøðu við Hera Andreassen, leiðara á kanningardeildini hjá politinum, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV