- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuðulskonsertin gav hálva millión
07.12.2020 - 16:20
Innlendis›Samfelag
Stuðulskonsertin gav hálva millión
Fleiri hava søkt um jólahjálp frá Barnabata í ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/djoni_eidesgaard1.png?itok=J7rXuqM-)
Djóni Eidesgaard er aðalskrivari í Barnabata
Stuðulskonsertin í Hoyvíkar kirkju í gjárkvøldið til frama fyri jólahjálpina hjá Barnabata gav 500.000 krónur.
Peningurin fer óskerdur til teirra, sum hava søkt um jólahjálp í ár, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Hann er ovfarin av stóru undirtøkuni, innsavningartiltakið fekk. Fleiri hava søkt um jólahjálp frá Barnabata í ár enn í fjør.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV