Erla Kongsdóttir í sigling í kvøld

07.12.2020 - 13:09
InnlendisSamfelag
Erla Kongsdóttir í sigling í kvøld
Skipið fekk navn fyrrapartin og fór síðani framsýningartúr fyri innbodnum
Tá Erla Kongsdóttir hevði fingið navn, fór hon framsýningartúr fyri innbodnum

Fyrrapartin varð skipað fyri hátíðarhaldi á Bursatanga í Havn, tá avloysaraskipið hjá Strandferðsluni varð doypt.

Ásvør Vest Niclasen gav skipinum navn, og síðani fór Erla Kongsdóttir framsýningartúr fyri innbodnum.

Í kvøld fer Erla Kongsdóttir í sigling um Nólsoyarfjørð. Fyrsti túrur av Havnini verður klokkan 18.

Jósup, sum hevur røkt nólsoyarleiðina, síðani Ternan fór til klassingar, fer nú at røkja siglingina til Fugloyar og Svínoyar fyri Rituna, sum fer á sleipistøð.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Boga Gardar, skipara á Erlu Kongsdóttir, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV