- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erla Kongsdóttir í sigling í kvøld
07.12.2020 - 13:09
Innlendis›Samfelag
Erla Kongsdóttir í sigling í kvøld
Skipið fekk navn fyrrapartin og fór síðani framsýningartúr fyri innbodnum
Fyrrapartin varð skipað fyri hátíðarhaldi á Bursatanga í Havn, tá avloysaraskipið hjá Strandferðsluni varð doypt.
Ásvør Vest Niclasen gav skipinum navn, og síðani fór Erla Kongsdóttir framsýningartúr fyri innbodnum.
Í kvøld fer Erla Kongsdóttir í sigling um Nólsoyarfjørð. Fyrsti túrur av Havnini verður klokkan 18.
Jósup, sum hevur røkt nólsoyarleiðina, síðani Ternan fór til klassingar, fer nú at røkja siglingina til Fugloyar og Svínoyar fyri Rituna, sum fer á sleipistøð.
Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Boga Gardar, skipara á Erlu Kongsdóttir, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV