- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avsláttur í tunlunum økir søluna av el-bilum
30.11.2020 - 13:48
Innlendis›Pengar
Avsláttur í tunlunum økir søluna av el-bilum
Bilsølumaður ávarar ímóti at strika mvg-frítøkuna av el-bilum ov tíðliga
El-bilar kundu fingið avsláttur, tá teir koyra í undirsjóvartunlunum. Tað hevði økt um søluna, sigur Martin Andreas Kruse, ið hevur fyritøkuna Tesla Import, og annars selur el-akfør.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í útvarpinum í gjár, at mvg-frítøkan av el-bilum, sum hevur verið upp í 70.000 krónur, verður kanska sett úr gildi um stutta tíð.
Martin Andreas Kruse heldur ikki, at tað stimbrar søluna av el-bilum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV