Kvinnurnar ráða fyri borgum í Hvannasundi

25.11.2020 - 17:02
Innlendis
Kvinnurnar ráða fyri borgum í Hvannasundi
Á kommunuvalinum fóru 61 prosent av atkvøðunum til kvinnur og er fýra út av fimm kommunustýrislimir kvinnur

80 prosent kvinnur og 20 prosent menn. 

Tað er ikki eitt býtið, ið er vanligt í føroyskum politikki, men tað er hagfrøðisligi veruleikin í Hvannasunds kommmumu.

Tí meðan tað gongur strilitið á fáa eina javnbjóðis kvinnuumboðan nógva staðni kring landið, so skilur Hvannasunds kommuna seg frá restina av landinum, sum ein kommuna, har kvinnur ráða.

Og tað hava tær gjørt í meira enn eitt áratíggjund nú. 

Veronika var tann fyrsta
1. januar 2009 gjørdist Veronika Petersen fyrsta kvinnan, sum tók við sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og síðan tá hava tað bara verið kvinnur, ið hava sitið á sessinum. 

Tí tá Veronika legði frá sær í 2010 tók Katrin Næs við. Tá Katrin Næs ikki stillaði upp aftur í 2016, tók Irdi Jacobsen við sessinum, og tá hon legði frá sær í 2019, tók Ingrid Petersen við kjansinum. 

Og tá nývalda bygdaráðið skipaði seg eftir kommunuvalið fyrr í mánaðinum, fall valið á Katrin Næs, ið sostatt fer undir sítt triðja skeið sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. 

Kvinnurnar í fremstu røð
Men tað eru ikki bara kommunalpolitikararnir, sum velja kvinnur í borgarstjórasessin, tí á kommunuvalinum góvu veljararnir í Hvannasunds kommunu kvinnum eina álítisváttan. Tær fýra kvinnurnar, sum stillaðu upp, endaðu nummar eitt, tvey, trý og fýra, og fingu tilsamans 61 prosent av atkvøðunum. 

Og so var einans eitt pláss eftir í kommunustýrinum til teir fimm mennirnar, sum stillaðu upp.

Sostatt gjørdist Hvannasunds kommuna einasta kommuna í landinum, har Demokratia mátti staðfesta, at javnstøða ikki var, tí kvinnur eru yvirumboðaðar. 

Men hvat er tað, sum ger, at Hvannasunds kommuna skilur seg so nógv frá restina av landinum í samband við kvinnuumboðan? Og hvat kann restin av landinum læra av Hvannasunds kommunu? 

Vit tosa við kommunalpolitikarar í Hvannasundi og forkvinnuna í Demokratia fyri at varpa ljós á hesar spurningar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095