- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri koronukanningar og verkfall gera munin
18.11.2020 - 16:18
Innlendis›Politikkur
Færri koronukanningar og verkfall gera munin
Sjúkrahúsverkið hevur kortini ikki brúk fyri eykajáttan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-01-23-14h57m32s103.png?itok=L7rlEmgp)
Steinar Eirikstoft er forstjóri í sjúkrahúsverkinum
Færri koronukanningar, at Thetis ger kanningarnar og verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hava við sær, at tey trý sjúkrahúsini hava kortini ikki brúk fyri eykajáttan.
Biðið varð um eina millión og 120.000 kr. í eykajáttan.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, vísir á, at tá ið sjúkrahúsverkið hevur meira pening, enn tey vænta at brúka í árinum, so noyðist hann eisini siga frá, at tørvur er ikki á eykajáttan.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV