Ongar treytir við teimum 100 milliónunum

23.10.2020 - 14:54
InnlendisPolitikkur
Ongar treytir við teimum 100 milliónunum
Landsstýrismaðurin arbeiðir framvegis við ætlanini um eina afturberingarskipan fyri Atlantsflog
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur latið løgtinginum uppskot um 100 mió. kr. í eykajáttan at bjarga Atlantsflogi

Ongar treytir eru lagdar við teimum 100 milliónunum, sum landið ætlar at seta í Atlantic Airways.

Men pengarnir skulu brúkast til solvensin, gjaldførið, hjá felagnum, ikki til hallið.

Og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur álit á, at nevndin og leiðslan í flogfelagnum brúka pengarnar rætt.

Sambært afturberingarskipanini, sum Jørgen Niclasen arbeiðir við, fær Atlantic Airways 35 prosent aftur av skattinum hjá flogfólki.

Hetta fer at geva felagnum 12 mió. kr. um árið.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109