Ynskja sær nýtt Kvinnuhús

01.10.2020 - 16:42
Innlendis
Ynskja sær nýtt Kvinnuhús
Kvinnuhúsið hevur 30 ára føðingardag í dag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri harðskapi.
Mynd: Savn. Ann-Britt Mortensen er leiðari í Kvinnuhúsinum.

Í dag hevur Kvinnuhúsið 30 ára føðingardag. Hesi seinastu tredivu árini hevur Kvinnuhúsið hjálpt neyðstøddum kvinnum, ið eru fyri sálarligum, kropsligum og fíggjarligum harðskapi. Metnógvar kvinnur hava sett seg í samband við Kvinnuhúsið í ár - Og tí er tað alneyðugt at hava eitt Kvinnuhús í Føroyum, heldur Ann-Britt Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum. 

Umstøðurnar í Kvinnuhúsinum kundu tó verið betur. Hølini eru óbroytt seinastu 30 árini, og tað er ein vansi at búgva til leigu, um ein nú knappliga verður uppsøgd. Dreymurin hjá Ann-Britt Mortensen er at Kvinnuhúsið kann flyta í egið hús. Men enn er langt á mál, tí bústaðartrotið í Føroyum ger, at sethúsamarknaðurin er dýrkaður nógv.

í 20 ár hevur Kvinnuhúsgrunnurin savnað pening saman, so Kvinnuhúsið einaferð kann seta føtur undir egið borð. Í løtuni hevur grunnurin 1,8 milliónir á bók. Men tað er ikki lætt at keypa eini nøktandi sethús fyri teir pengarnar.

Hoyr samrøðuna við Ann-Britt Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum,  og Poulu Patursson, nevndarforkvinnu í Kvinnuhúsfelagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946