- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skilja farm og ferðafólk sundur
30.09.2020 - 16:10
Innlendis›Samfelag
Skilja farm og ferðafólk sundur
Trýstið á Smyril er stórt, og tað økist í hvørjum, sigur stjórin á Strandferðsluni
Tíðin er helst komin at skilja ferðafólkaflutningin og farmaflutningin á Suðuroyarleiðini sundur.
Tað kann gerast við at lata eitt farmaskip leggja inn á Tvøroyri eftir vøru, tá tað er neyðugt.
Trýstið á Smyril er stórt, og tað økist í hvørjum. Plássið at arbeiða á, bæði í Havn og á Krambatanga, er ov lítið sum er, og tað ger, at torført er at sigla til tíðina.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú atfinningarnar ímóti siglingini hjá Smyrli harðna.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV