- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS-avlýsing rakar ferðavinnuna meint
Aftaná at hava flogið millum Keypmannahavn og Føroyar seinastu trý árini heldur skandinaviska flogfelagið SAS nú uppat við allari flúgving á Føroyarutuni um 9 dagar.
Tað segði Sille Bech Hansen, virkandi kunningarleiðari hjá SAS, við útvarpstíðindini á middegi.
Orsøkirnar eru minkandi ferðafólkatalið og nýggja gjaldið fyri koronakanningar, ið landsstýrið áleggur flogfeløgunum at krevja.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, harmast um boðini, tí tað merkir, at talið av ferðafólkum fer at minka. Tí er tað eisini týdningarmikið, at ongar avmarkingar verða settar, um SAS aftur ynskir at flúgva til Føroyar næsta summar.
Men er tað rætt, at SAS einans flýgur, tá teir kunnu skúma róman, meðan Atlantic Airways má flúgva um veturin? Hvat hendir við príspolitikkinum hjá Atlantic Airways, nú við aftur fáa eina monopol-líknandi støðu? Og hevur landsstýrið beint fyri kappingini á økinum við nýggja gjaldinum fyri koronakanningar?
Í sendingini verða hesir spurningarnir viðgjørdi við Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, og Jóhanna á Bergi, stjóra í Atlantsflogi.
Sí eisini