Breddin: Fiskidagar stýrast eftir umsitingarætlan

22.09.2020 - 17:41
InnlendisPolitikkur
Breddin: Fiskidagar stýrast eftir umsitingarætlan
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær nú neyðugu lógarheimildina, einsamællur at áseta fiskidagarnar eftir eini umsitingarætlan.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær nú neyðugu lógarheimildina, einsamællur at áseta fiskidagarnar.Tað verður gjørt eftir eini umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur lat úr hondum í mai mánaða í fjør.

Lógaruppskotið - sum gevur honum hesa heimildina - er farið til hoyringar, og broytingin skal koma í gildi fyri fiskiárið, sum byrjar á nýggjárinum.

Eitt grundprinsipp í umsitingarætlanini er sonevnda veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Frágreiðingin lýsir veiðiregluna sum eitt slag av tilbúgving, sum sigur, at okkurt skal gerast, tá ávaringarljósini lýsa.

Tvey tilvísingarvirði eru í veiðiregluni - gýtingarstovnurin og veiðilutfallið.

Gýtingarstovnurin er tann parturin av einum fiskastovni, ið er gýtingarførur. Veiðireglan leggur upp til, at fiskidagatalið verður skert, um gýtingarstovnurin er niðan fyri ásetta lágmarkið í veiðiregluni. Er stovnurin væl fyri og royndin óbroytt, verður fiskidagatalið óbroytt ella hækkað. Veiðilutfallið er veiða í mun til fiskibaran stovn. Hetta er eitt slag av ”harvest rate”. Fiskibarur stovnur er biomassin av 3+ ára gomlum toski og hýsu, ella biomassi av 4+ ára gomlum upsa. 

Og sum tað síðsta er eisini ein stabilitetsregla inni í umsitingarskipanini. Tað merkir, at fiskidagatalið kann bert stillast við fimm prosentum í mun til fiskiárið frammanundan - tað veri seg uppeftir ella niðureftir - hóast støðan kann tala fyri størri inntrivum. Endamálið við hesum er at hava ávísan stabilitet í kørmunum og veiðimøguleikunum.

Men umsitingarætlanin er ikki uttan lýti, staðfestir Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sum sjálvur var við í arbeiðnum at gera tilmæli um umsitingarætlan. 

Fyri tað fyrsta er støðan hjá fiskastovnunum broytt ídag, sammett við í fjørvár, tá umsitingarætlanin varð skrivað. Sambært Vørn eru fleiri fiskidagar inni í bólki-3, bólki-4A, bólki-4B og bólki-4T í ár, sammett við í fjør, tá umsitingarætlanin varð gjørd.

Eitt annað lýti við umsitingarætlanini er, at hon er ikki eftirmett av altjóða fiskirannsóknarstovninum ICES. Praktiski týdningurin er lítil og eingin, tí føroysku myndugleikarnir áseta einsamællir fiskidagarnar.

-Kortini átti umsitingarætlanin at verið eftirmett av ICES beinanvegin, heldur Petur Steingrund.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot til umsitingarætlan, varð settur á heysti í 2018. Tá var politiski viljin í landsstýrinum at fara frá fiskidøgum til kvotur. Men politisku vindarnir vendu, og fiskidagaskipanin varð varðveitt.

Arbeiðsbólkurin skuldi eisini eftirmeta fiskidagaskipanina og aðrar reguleringar í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi. Men hetta arbeiðið bleiv ikki gjørt. Stundir og arbeiðsorka vóru ikki til tað, ljóðaði frágreiðingin, tá arbeiðsbólkurin lat sína frágreiðing úr hondum í mai 2019.

Tí verður umsitingarætlanin løgd omaná eina fiskidagaskipan, sum ikki er eftirmett.

-Og tað er spell, heldur Petur Steingrund, fiskifrøðingur:

Samanumtikið - hóast nevndu lýti við umsitingarætlanini - er Petur Steingrund tó nøgdur við umsitingarætlanina.

Tí, sum hann speiskliga tekur til - alternativið er nógv verri:

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Petur Steingrund. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234