LSD-rúsevni, sum líkist gummibommi, í umferð

08.09.2020 - 18:00
Innlendis112
LSD-rúsevni, sum líkist gummibommi, í umferð
Rúsevnið var um vikuskiftið atvoldin til eina álvarsliga hending
Heri Andreassen er leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Hann ávarar nú um sterk rúsevni, sum eru í umferð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Løgreglan ávarar nú ímóti, at sterkt LSD-rúsevni er í umferð í Føroyum.

Rúsevnið líkist vanligum gummibommum, og var atvoldin til eina ógvusliga hending um vikuskiftið. 

Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at rúsevnið líkist gummibommum, sum fáast til keyps í handlinum.

Tað eru ungfólk, sum taka LSD, kanska saman við øðrum rúsevnum, sigur hann.

Hoyr samrøðu við Hera Andreassen í útvarpstíðindunum.


 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109