- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðaætlanin ávirkar bæði arbeiðs- og heimalív
08.09.2020 - 13:10
Innlendis›Samfelag
Ferðaætlanin ávirkar bæði arbeiðs- og heimalív
Jens Rói Sørensen, sum býr í Suðuroy og arbeiðir sum løgreglumaður í Havn, staðfestir dagliga seinkingar á Suðuroyarleiðini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/jens_roi_sorensen_ferdafolk_strandferdslan-2.jpg?itok=4_J-xymS)
Jens Rói Sørensen býr í Suðuroy, men arbeiðir í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
-Tað ávirkar bæði arbeiðs- og heimalív, at ferðaætlanin hjá Smyrli ikki verður hildin.
Tað sigur Jens Rói Sørensen, sum býr í Suðuroy og arbeiðir sum løgreglumaður í Havn.
Hann staðfestir dagliga seinkingar á Suðuroyarleiðini.
Jens Rói Sørensen sigur, at tað ber ikki til at leggja nakað til rættis, tí Smyril heldur ikki tíðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV