Happing á Glasi

05.09.2020 - 13:21
Innlendis
Happing á Glasi
Leiðslan á Glasi ætlar at lata eitt mál um happing til løgregluna, sum skal meta um, hvørt talan er um eitt lógarbrot.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í gjárkvøldið sendi rektarin á Glasi ein teldupost til øll, ið hava sína vanligu gongd í skúlanum. Í skrivinum finst rektarin at einum lista, sum hevur verið í umferð millum lærlingar og næmingar. Á hesum listanum verður mett um, hvørjir flokkar, næmingar og starvsfólk - við navni - eru "eggiligast" ella "lekkrast", sum tey rópa tað.

At leiðslan á Glasi fekk kunnleika um málið, hevur við sær, at rektarin nú hevur sett eina innanhýsis kanning í verk, sum hevur til endamáls at staðfesta hvør stendur handan listan. Sambært rektaranum er happing ikki ókent í føroyskum skúlum - heldur ikki í miðnámsskúlum. Men hetta slagið av happing, hevur rektarin ikki sæð fyrr.

Tá kanningarnar eru komnar longur áleiðis, fer leiðslan á Glasi at taka støðu til hvørji stig skulu takast fyri at forða fyri, at slíkt hendir aftur.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Steinbjørn Hardlei, rektara á Glasi.

 
Er kopiera

Sí eisini

05.07.19
96460
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114