Russisk flogfør yvir Føroyum

03.09.2020 - 18:03
Innlendis
Russisk flogfør yvir Føroyum
Danski uttanríkisráðharrin fordømdi russisk stríðsflogfør yvir Eystarasalt fyrr í vikuni, men hevur onga viðmerking til tilburðin í mars
Jeppe Kofod úti á trappuni í Tinganesi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Russland er meira aktivt á hernaðarliga økinum. Tað staðfesti Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin, á tíðindafundi fyrrapartin.

Og tað gjørdi uttanríkisráðharrin eisini so seint sum týsdagin, tá hann alment fordømdi, at eitt russiskt SU-27 stríðsflogfar fleyg inn í danskt loftrúm í Eystrasalti. Kofod upplýsti tá, at støðan kundi als ikki góðtakast, og donsk F16-stríðsflogfør vórðu send eftir russiska flogfarinum.

Fyrr í ár - síðst í februar og tíðliga í mars - hendi nakað líknandi her um okkara leiðir.

Tríggjar ferðir flugu tvey serútgjørd, russisk stríðsflogfør av slagnum TU-160 beint gjøgnum føroyskt loftrúm.

Flogførini vórðu sædd av norsku herstøðini í Bodø í Norra, har tvey F16-flogfør vórðu send eftir teimum. Og tá tey nærkaðust Norðsjónum og bretskum loftrúmi, vórðu tey møtt av tveimum Typhoon-stríðsflogførum hjá bretska flogvápninum.

Flogførini fylgdu teimum suður fram við skotsku vesturstrondina og móti Írland til tey komu til Biskeiavíkina, har tey vendu og settu kós norður móti Russlandi.

Talan var um triðju ferð innan eina viku, at norsk og bretskt stríðsflogfør vóru send eftir russiskum flogførum úr herstøðini í Bodø. Tað sama hendi 7. og 11. mars, tá tvey russisk TU-141 flogfør flugu eina líknandi rutu.

Hetta er váttað í fleiri altjóða miðlum.

Eisini vísa mátingar yvir farleiðirnar hjá russsiku flogførunum, at tey vóru í føroyskum loftrúmi.

Men Jeppe Kofod hevði onga viðmerking um tilburðirnar í mars, tá hann bleiv spurdur um tað.

Ein orsøk kann vera, at danir einki kenna til tilburðin. Tað sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, ið sigur at tað er so sum so við eftirlitinum við føroyska loftrúminum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371