- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika nýggja bussleið gjøgnum Sundalagið
31.08.2020 - 10:46
Innlendis›Samfelag
Fyrireika nýggja bussleið gjøgnum Sundalagið
Er politiskur vilji, kann bussleiðin gerast veruleiki longu í ár, sigur stjórin á Strandferðsluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Ein nýggj bussleið gjøgnum Sundalagið, sum bøtir munandi um møguleikarnar hjá teimum ungu har at ganga á Miðnámi í Vestmanna, verður væntandi veruleiki til skúlabyrjan næsta ár.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins.
Men er politiskur vilji til tað, kann bussleiðin gerast veruleiki longu í ár.
Í dag fáa næmingar á Glasi í Havn, sum búgva í Vágunum, betri samband til skúlan.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur givið Strandfaraskipum Landsins boð um at skipa eina nýggju bussleið - 350 - millum Glasir og Vágar, sum hóskar betur til tímatalvuna hjá næmingunum, sum búgva í Vágum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV